Aftur í summar bjóðar Tórshavnar kommuna lesandi at sita á Býarbókasavninum. Lestrarhølini verða á ovastu hæddini, og í summar verður hæddin latin lesandi burturav. Hetta er sættu ferð, at tænastan verður á Býarbókasavninum.
Í lestrarhølinum kunnu lesandi sita í friði og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.
Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima í summarfrí og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða.
Støðugt fleiri lesa eisini á Setrinum í Føroyum, og tí er hetta eisini eitt hent stað hjá hesum at savna seg um lesnaðin í friðarligum umhvørvi í summar. Øll lesandi á hægri lestri eru vælkomin at nýta hølini.
Lestrarhølið er opið frá mánadegnum 2. juli til mikudagin 22. august 2018, og tað verður opið, tá ið Býarbókasavnið er opið.
Upplatingartíðir:
mánadag - hósdag: 9 -20
fríggjadag: 9-18
leygardag: 10-17
sunnudag: 14-17
Býarbókasavnið og lestrarhølið eru stongd á ólavsøku.
Ókeypis tráðleyst internet er í lestrarhølinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo