Runavíkar kommuna: Týskvøldið 29. mai kl. 18 er tiltakið summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá.
Talan er um eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.
Farið verður avstað av tveimum støðum kl. 17.50: frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði. Tórður Mikkelsen hugleiðir.
Talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har burgarar og sunkist verða at fáa ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo