Nes Kommuna: Týskvøldið 21. juni kl. 18 er tiltakið summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá. Summarkvøld við Toftavatn er eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.
Farið verður avstað av tveimum støðum kl. 17.50: frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði. Í ár hugleiðir Torleif Johannesen, Steintór Ramussen og Pætur við Keldu framføra.
Talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har burgarar og okkurt at drekka verða at fáa ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo