Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað ið átti at verið ein sjálvfylgja og ein vunnin rættur, summarfrítíðin, er als iki ein sjálvfylgja fyri fleiri av limunum í Heilsuhjálparafelag Føroya.

Feriulógin er púra greið og har stendur:

§ 7.  Frítíðin skal verða tikin í tíðarskeiðinum 2. mai til 1. mai (frítíðarárið).

§ 8.  Minst 24 dagar av frítíðini skulu gevast samanhangandi í tíðini 2. mai til 30. september (frítíðarskeiðið)

§ 9. Arbeiðsgevarin ásetir í samráð við løntakaran, nær frítíðin skal takast og boðar honum frá hesum við rímiligari freist.

Eldraøkið er so niðurpínt, at fleiri av limunum í Heilsuhjálparafelagnum, nústani í juni mánað hava fingið kunning um, nær tey kunnu halda summarfrí. Nakrir limir vita framvegis ikki, UM tey sleppa í feriu, tí ongir avloysarar er at finna. Felagið hevur sett seg í samband við leiðslurnar, har vit eru vitandi um, hvar trupulleikarnir eru størst.

Sum øllum kunnugt, havi hesi starvsfólk arbeitt undir stórum trýsti, síðani koronafarsóttin byrjaði at gera um seg, men nøkur av teimum sita framvegis og bíða eftir, um tey sleppa at halda summarfrí í ár. Hesi starvsfólkini eru so samvitskufull og greiða mær frá, at tey ikki kunnu halda frí, tí so fær borgarin onga røkt, tískil má frítíð verða frítíð. Tey taka ábyrgd og nógv størri ábyrgd, enn tey eiga. Men vit sum fakfelag, kunnu als ikki góðtaka hesa støðuna. Okkara fremsta uppgáva er nevniliga at tryggja limunum síni rættindi

Eg fari at seta spurningin til leiðslurnar á eldraøkinum, landsins leiðslu og kommunurnar, hvat ætla tit at gera?

Hoyvík 05.06.2021
Mary Antonsdóttir, forkvinna
Heilsuhjálparafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo