Summar Festivalurin hevur ásett, nær festivalurin verður hildin í 2024
Summar Festivalurin 2023 er liðugur. Hetta var ein av bestu festivalum, sum hava verið hildnir. Konsertirnar vóru góðar, veðrið spældi við, og nógv fólk hugnaðu sær. Framførslur á hesum festivali fara at standa eftir sum stórar og minniligar løtur.
Økið á Vágsbø er eitt vet minni, nú mentanarhús verður bygt, og tí var talið á gestum í ár avmarkað nakað. Sølan av vikuskiftispassum varð steðgað fríggjakvøldið. Umleið 8.000 fólk vóru á Summar Festivali.
Fyriskipararnir eru sera fegnir um móttøkuna, sum ársins festivalur fekk, og tað er við gleði og eyðmýkt, at farið verður undir at fyriskipa nýggjan festival næsta ár.
Summar Festivalurin í 2024 verður dagarnar frá 8. til 10. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo