SF: Summar Festivalurin 2024 verður hildin dagarnar 8. til 10. august. Lagt verður upp til enn eitt rimmar tiltak við útlendskum og føroyskum bólkum.
Summar Festivalurin hevur kunngjørt bólkar sum Olly Murs, Uriah Heep, Dynamit, Lena Anderssen, RSP, Son of Fortune og Kristina Bærendsen. Í næstum vera fleiri bólkar avdúkaðir.
Á midnátt í kvøld, týskvøldið 12. mars, hækkar prísurin á atgongumerkjum.
Atgongumerki kunnu keypast í Telebúðum og á heimasíðuni sf.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo