Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fríggjadagin á døgurða varð áttanda útgávan av Intersport Summar Cup floyta í gongd á Ovara Vølli í Gundadali. Fyrsti aldursbólkurin, ið skuldi royna seg á nýggja græslíkinum í Gundadali vóru U13 genturnar.

Hóast talan er um størstu útgávuna av Intersport Summar Cup við ikki færri enn 127 liðum og næstan túsind leikarum, so skal øll kappingin spælast á Ovara Vølli í Gundadali, tí græslíki verður skift á bæði Tórsvølli og í Niðara Vølli í løtuni.

- Nú vit bara hava ein vøll, so er kappingin strekt yvir tríggjar heilar dagar, siga fyriskipararnir. Tað ger tó samstundis, at vit samla færri fólk á økinum í senn og kappingin kann tí betur skipast eftir verandi korona viðmælum, verður lagt aftrat.

Aftaná U13 genturnar hjá KÍ høvdu tryggja sær gull heiðursmerki var fari undir kappingina hjá U11 dreingjum, har eitt felagslið úr Sankta Frans Skúla enda fyrsta plássið frammanfyri KÍ og AB.

- Sum heild gekk fyrsti dagurin væl, men vit høvdu tíverri nakrar avbjóðingar við kappingarskipini, ið gjørdi, at ein steðgur kom í kappingina, ið gjørdi, at kappingin varð nakað seinkast, siga fyrireikararnir, ið leggja aftrat, at góðveðrið í Gundadali gjørdi, at fólk kanska vóru heldur fyrigevandi og fingu eina eyka løtu i sólini.

Leygardagin og sunnudagin skulu 263 dystir avgreiðast á vøllinum áðrenn vinnarin av kappingini hjá U11 gentum verður funnin umleið klokkan 20.00 sunnukvøldið. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo