Visit Tórshavn: Súkkluferðavinna er í eini øgiligari menning í londunum rundanum okkum. Valla finst burðardyggari ferðaháttur, enn júst á súkklu. Tí, súkkla krevur lítið av náttúrutilfeinginum, samstundis sum hon gevur tí ferðandi eina heilt øðrvísi og sterkari uppliving av ferðamálinum.
Í fjør varð hol sett á eina ES-verkætlan, har Visit Tórshavn er ein av luttakandi pørtunum. Talan er um eina verkætlan ið hevur til endamáls at menna súkkluferðavinnu. Í hesum sambandi bjóðar Visit Tórshavn øllum áhugaðum til framløgu um verkætlanina, mikudagin 20. mars, ið varpar ljós á avbjóðingar og møguleikar, ið júst súkkluferðavinna hevur.
Samstarvspartar frá øllum hinum luttakandi londunum luttaka til tiltakið. Millum annað verða fyrstu úrslitini av eini kanning, ið er gjørd um súkkluferðavinnu í øllum luttakandi londunum, løgd fram. Samstarvspartarnir eru úr Finnlandi, Íslandi, Svøríki og Írlandi.
Tiltakið verður mikudagin 20. mars í Parnassinum á Hotel Hafnia frá kl. 12.30 – 16.30. Framløgurnar verða frá luttakarunum í verkætlanini, Rent a Bike, Býarskipanardeildini hjá Tórshavnar Kommunu, Hotel Hafnia, Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn.
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til tiltakið áðrenn: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo