Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon: Skírishósdag 1. apríl 2021 var súkklukapping. Kappast varð í vegasúkkling og leiðin gekk úr Tórshavn til Vestmannar, har málið var á Mýrunum.
Kappast var í tveimum bólkum, har mótiónsbólkurin súkklaði styttra teinin á 44km og 1100hm beina leið úr Havn gjøgnum Kaldbaksbotn til Vestmannar og niðan á Mýrarnar. Opin bólkur súkklaði longra teinin á 66km og 1400hm og fór úr Kollafirði norður til Hósvíkar at venda, og síðani til Vestmannar og niðan á Mýrarnar.
7 súkklarar luttóku í motiónsbólkinum og 6 luttkarar í opnum bólki. Í báðum bólkum var kappingin avgjørd á teimum tveimum síðstu longu brekkunum. Úr Leynum niðan á Høgareyn og úr Vestmanna niðan a Mýrarnar. Harður mótvindur var niðan á Høgareyn og ilt var hjá súkklarum at gera stóran vørr og sleppa undan. Tá komið var til Vestmannar lá vindurin í ryggin og tað bleiv í størri mun ein styrkisdystur millum hvønn súkklara.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo