Tá ið nýsælendski politikarin Julie Anne Genter fekk barnsverkir tók hon súkkluna og spelaði avstað til sjúkrahúsið, har hon átti ein tíma seinni, skrivar VG.
Genter er politikari í grøna flokkinum Party of Aotearoa New Zealand. Hon er fødd í USA, men flutti til Ný Sælands í 2011.
Genter súkklaði eisini til sjúkrahúsið í 2018, tá ið hon skuldi eiga fyrsta barnið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo