Reyði Krossur: Við einari millión krónum, sum komu inn til landsinnsavningina herfyri, hevur Reyði Krossur Føroya sent stuðul til hjálpararbeiðið í tveimum hart raktum londum.
Við 500.000 kr. lata vit hjálp til Suðursudan, eitt land, sum stríðist við álvarsamar samfelagsligar kreppur, har milliónir av fólki líða undir manglandi mattrygd, lívshættisligum sjúkum, og avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum. Nógv hava mist sítt heim og lívsgrundarlag. Stuðulin úr Føroyum verður brúktur til lívbjargandi hjálp, eitt nú mat, reint vatn, heilsutænastur, útbúnað og skýli. Samstundis verður eisini arbeitt við at styrkja lokalsamfeløgini, so tey betur klára framtíðar avbjóðingar.
Eisini lata vit 500.000 kr. til Filipsoyggjar, sum júst hava verið hart raktar av fleiri ódnum og vatnflóðum innan heilt stutta tíð. Tað er vanligt, at Filipsoyggjar verða raktar av ringum ódnarveðri, men í ár hava fleiri ódnir í eitt skifti elvt til stóran skaða á heim, lívsgrundarløg og infrastruktur. Stuðulin verður brúktur til reint vatn, mat, heilsutænastur og neyðhjálp til tey, ið hava mist alt. Eisini verður dentur lagdur á at hjálpa børnum, sum hava mist skúlatíð, og kvinnum og familjum við serligum tørvi á vernd og trygd.
Hjálpin er longu á veg, og vit eru ómetaliga takksom til øll, ið stuðlaðu landsinnsavningini, sum vóru við til at gera hetta møguligt.
Myndir: South Sudan Red Cross og Philippine Red Cross.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo