Onkur noyðist at loysa posabandið, nú okkara almenni mentanar- og tíðindaberi í rúma tíð hevur lagt nógv fyri at dyrkað neilig tíðindi um Suðuroy og Suðuroyartunnilin. Trupulleikin er ikki, at tunnilsverkætlanin verður viðgjørd - als ikki - men, at tíðindafólkini bara og blekta umrøða vansar og framleiða neilig tíðindir um tunnilsverkætlanina.
Lesarabrævið skal á ongan hátt skiljast sum álop á skilagóðan tíðindaflutning. Lesarabrævið er ætlað sum atfinning móti einsháttaðum og neisøgnum tíðindum, sum uttan hógv og afturhald er ráðandi, tá Suðuroyartunnilin er til umrøðu. Eisini skal lesarabrævið verða áminning um, at Kringvarp Føroya skal liva upp til fyrisettu kjarnuvirðini rist føst í “grundlóg” kringvarpsins. Svíkur okkara 4. stjónarvald fólksins álit, hevur Kringvarp Føroya onga løgliga (da: legitim) heimild at innkrevja pening frá øllum borgarum í Føroyum.
Einki starvsfólk hjá Kringvarpi Føroya vísti seg í mentanarhúsinum, “Salt”, mánadagin hin 25. novembur 2024, tá kunningarfundur um Suðuroyartunnilin varð hildin. Løgmaður, P/F Suðuroyartunnil og Landsverk bóru fram framløgur. Eftir loknar framløgur nýttu bæði strandferðslustjórin, landsstýrisfólk og onnur høvið til at bera fram viðkomandi viðmerkingar og spurningar stílaðir til framløgufólkini.
Millum annað segði strandferðslustjórin, Niels Juel Arge: “... í mínari verð er eingin ivi um, at ein undirsjóvartunnil er ein nógv, nógv, betri loysn enn eitt skip og sjóvegis samband... “ (kelda: https://www.youtube.com/watch?v=rPnQIhLWp74” - 1 tími og 26 minuttir í sjónbandstíðarrøðini).
Ein annar, sum hevði tosað nógv við heimildarfólk av Sandi, segði: “... eg havi verið nógv á Sandoynni, og at leggja vegin upp á fjallið á Sandoynni, tað mugu tit ongantíð finna uppá. Hatta er ringasta lendi fyri veður - bæði fyri vindi av eystan- og landnyrðingsætt... “ (kelda: https://www.youtube.com/watch?v=rPnQIhLWp74” - 1 tími og 23 minuttir í sjónbandstíðarrøðini).
Dømi um vegateinar 200 metrar omanfyri vatnskorpuna eru: Sandavágshálsur (220 m.), Heltnin í Oyndafirði (265 m.), Ørðaskarð í Ørðavík/Fámjin (275 m.) og Vestmannavegurin (280 m.). Tað er okkum kunnugt, at ferðandi á omanfyrinevndu vegateinum ofta eru darvað av vindi og kava. Slík trygdarviðurskiftir eru sera viðkomandi at viðgera í Kringvarpi Føroya sostatt, at vit fáa skilabestu og tryggastu vegaføringina á umrøddu farleið.
Kunningarfundurin í Suðuroy framelvdi ongar yvirskriftir
Nú sami kunningarfundur varð hildin á Sandi, viðgjørdi Kringvarp Føroya nakað av fundinum. Kringvarp Føroya hevur tó ikki nortið við bulin og tað, sum kunningarfundirnir snúði seg um. Sí feskar yvirskriftir um Suðuroyartunnilin og avleiddar verkætlanir niðanfyri:
“Nýggi borgarstjórin: Vegaføringin er púra burturvið”
“Sandoyggin gloymd í verkætlanini um Suðuroyartunnilin”
“Borgarstjórin: Linjuføringar klúgva bygdina”
“Stúrin um vegaføringina til Suðuroyartunnilin”
“Valfeløg í Sandoynni mótmæla vegaføringini til Suðuroyartunnilin”.
Húsagongdin á Sandi heldur áfram
Í tíðindasendingini, “Dagur og Vika”, eftir kunningarfundin á Sandi segði tíðindamaðurin, at “Sands bygd verður oyðiløgd við vegaføringini til Suðuroyartunnilin”. Kringvarp Føroya leggur við hetta fótonglar fyri tunnilsverkætlanina og tykist at leggja minni í, um kloyving millum fólk í suðurøkinum kemur í kjalarvørrinum. Tað er týdningarmikið, at vinarbandið hjá okkum, sum varða av landsins suðurøki, ikki fellur í órøkt - vit mugu standa saman.
Ímeðan Kringvarp Føroya rusast í flagveltuni og gruggar tunnilsverkætlanina til í fleiri løgum av einsháttaðum tíðindatáttum, er gleðiligt, at samfelagsviðurskifti uttanfyri bøgarðar miðstaðarins verða viðgjørd og varpað út. Tíverri liggur kringvarpsskipið á somu slagsíðu, sum vant, tí enn runga einsháttað - og fyri útjaðaran mønustingandi - tíðindir í føroysku stovunum í bestu senditíð. Ein kann undrast á, hví Kringvarp Føroya ikki skrivar ramligar yvirskriftir um ørkymlandi afturgongdina í Skúgvoy. “Skúgvoy verður avtoftað, um ikki vegasamband fæst til Skúgvoy”, kundi verið yvirskrift. Skúgvoy stendur sum Dávid móti Goliatt. Skúgvoyingar eru ikki egnaðir sum tíðindakelda hjá Kringvarpi Føroya uttan so, at okkurt dapurt ella syndarligt er á vási.
Ein kann skemtiliga taka til, at tíðindafólk kringvarpsins liva sum gammar (da: gribbe) í einum reiðri í Sortudíki. Gammur er búfuglur, men teir kunnu ferðast nakað, tevja teir rovini av ólukksáligum deyðsboðum (neiligar tíðindagreinir). Hetta leggur teimum upp á holdið. Miðstaðar- og tíðindafólk skilja skemt - tað álitið hevur undirritaði á umrødda fólkaslagnum. Sum onkur segði - ikki øll havnarfólk eru tíðindafólk, men øll tíðindafólk eru havnarfólk (skal eisini skiljast sum skemt).
Verjandi tjøldur, sum lýst í “Fuglakvæðnum”, finnast millum teirra, íð leskað hava sopan úr Sortudíki, men tað er ov lætt at fara lættliga um tey lítlu í samfelagnum. Tað finnast tó frægir úrmælingar, sum av fullum huga hava virkað sum óheft og umboðandi tíðindafólk uttan duldar dagsskráir og ætlanir um at nýta almenna kringvarpið sum løgstein á politiskari ævintýrsferðini. Dømi um tey, sum virdu miðlayrkið sum lívsstarv, eru: Árni Gregersen, John Sigurd Johannesen, Dagmar Joensen Næs og Zacharias Hammer v.fl.
Gegnið hjá Katrini Petersen
Færri epl á Sandi kann verða lívbjarging Suðuroyar
Fyrrverandi tíðindaleiðarin, Katrin Petersen, er eisini fyrrverandi forkvinna í áhugafelagnum, “Veltan”, á Sandi. Hetta yrkið røktaði hon í samfull 2 ár og 4 mánaðir. Nú er Katrin fyribilsstjóri hjá Kringvarpi Føroya. Katrin hevur ikki bert velt eplir á Sandi; hon hevur kollvelt tíðindaflutningin í almenna Kringvarpi Føroya - tíðindir sprottin úr heimligum jørðildi (sí yvirskriftirnar omanfyri). Umframt, at eplini nørast á Sandi, hevur eisini fólkavøksturin tikið dik á seg. Tað er gleðiligt, at Sandoyartunnilin prógvar sítt virði nú akandi er undir Skopunarfjørði. Katrin, sum tykist at verða góð við heimstað sín, varð stigtakari til verkætlanina, “Vakstrarætlan”. Hetta fyritaksemið røktaði hon í 4 ár og 2 mánaðir. Verkætlanin hevði sum stevnumið at skapa jaliga umrøðu og fremja fólksins hug til búseting í Sandoynni. Tað liggur nær at halda, at Katrin hevur serstakan áhuga í Sandoy, og at hon er dekan ov kensluliga knýtt at grønu fløtunum á Sandi. Megnar Katrin at viðgera tíðindir um Suðuroyartunnilin ella at hava skipsmanningina hjá Kringvarpi Føroya undir hond sum róðursbundin skipari á óheftum grundarlagi?
Eplini mugu ikki hava lív lagað fram um fólkið í Suðuroy og Skúgvoy. Kringvarp Føroya má hava tíðindaleiðara, sum tekur betri partar fyri seg og framleiðir óheft tíðindir - ikki bert tíðindir, íð ávirka og ræða føroyingin við atliti til tunnilsverkætlanina. Slagorðini í løtuni tykjast at verða: “Fleiri eplir, færri suðuroyingar”.
(kelda: fyrrverandi tíðindaleiðari fyribilsstjóri í Kringvarpi Føroya - “https://kvf.fo/greinar/2024/12/04/katrin-petersen-verdur-fyribilsstjori-i-kringvarpinum”).
(kelda: fyrrverandi forkvinna í áhugafelagnum, “Veltan” - “https://kvf.fo/netvarp/uv/2018/07/06/katrinpetersen“).
Suðuroyarfarið í havsneyð
Tað er sera óheppið, at P/F Suðuroyartunnilin ikki hevur samskift við staðbundnar partar í samband við tunnilsverkætlanina. Sandoyingar og Skúgvoyingar eiga at verða hoyrdir sum samráðingarpartar saman við suðuroyingum. Kanska ummælishøvið er okkurt slag av samráðing, hóast alt.
Traðardalur er í uppskoti ynskilig, men kostnaðarmikil, staðseting tunnilsmunnans norðanfyri Sands bygd. Tað er hugsandi, at politiska vælvildin ikki røkkur líka norður til Traðardal, verður hetta ov kostnaðarmikið. Hóast ynskiligt er, at norðari tunnilsmunni dagar undan í Traðardali, kann hetta - ført fram sum ófrávíkiligt krav - verða deyðastingur Suðuroya og Skúgvoya.
Úlvsbrotini bróta um bæði borð á Suðuroyarfarinum, og tað hevur ongantíð staðið so nógv á aldargomlum nøglum sum júst nú. Tað er átrokandi neyðugt, at sandoyingar finna fram sjófarið og rigga til bjargingarferð. Tvær forfjónaðar grannaoyggjar sunnantil rógva andróður (Suðuroy og Skúgvoy). Beri ikki fram síðstu sáttarboð, har eingin sjøtul kann setast á tunnilsverkætlanina sunnanfyri Traðardal – hetta kann kvetta av lívstráð Suðuroyar og Skúgvoyar.
Orðatakið sigur: “eitt løðir, hitt skjýtur”. Kringvarp Føroya og Sandoy hava hvør sín leiklut, hóast bert fáir sandoyingar hava latið seg nýta sum skjúttar í herferð kringvarpsins móti Suðuroyartunlinum. Hetta skal eisini verða áheitan til Kringvarp Føroya - haldið uppat at loypa øði í grindina!
Nú er at dríva naglan so langt inn, sum hann gongur, kringvarpsstýrið
Økisdeildir kring Føroyar til tíðindaframleiðslu í nærumhvørvinum
Kringvarpsstýrið má undrast á, hví staðbundnar tíðindaheimasíður og -bløð grógva so væl í Norðoyggjum (“Norðlýsið”), Vágoy (“Vágaportalurin”), Suðuroy (“Suðurrás”) og í Eysturoy (“Eysturoyarportalurin”). Metir kringvarpsstýrið, at fólk í útjaðaranum kennir seg nóg væl umboðað í almenna kringvarpinum?
Fá munnu ivast, hvørja staðseting Kringvarp Føroya sipar til, tá skrivað stendur á kringvarpsins heimasíðu: “Jólatræðið á Vaglinum verður tendrað í dag kl. 17.00”. Neyvan verður sipað til hini 99 vaglini, sum spjadd liggja í uttangarðshaganum. Nei, ivamál er einki, tí sipað verður til høvuðsvaglið, “Vaglið”, í miðstaðnum.
Hjá okkum, sum búgva og virka í landsins útjaðara, er eyðsæð, at vit eiga ongan góðan í Kringvarpi Føroya. Sjálvandi er fíggjarkarmur avgerðandi, um Kringvarp Føroya á fullgóðan hátt skal megna at veita øllum borgarum sína sjálvsagdu tænastu, men talan er eisini um raðfestingar.
Ferðin um Suðuroyarfjørð tykist at verða ov drúgv, um ikki neisøgd tíðindi skulu fáast til vega. Hjá suðuroyingum er endurtakandi lesturin møðsamur, tá áhaldandi tunnilsavlagandi og onkuntíð ósonn páhald verða lopin út í orð. Skeiklað lutfall er ímillum neilig og jalig tíðindi um Suðuroy, og ásýniligt er, at áhugin og virðingin fyri fjarskotnum suðuroyingum er alt ov lítil. Onnur undanfarin dømir um avlagandi tíðindavirksemi snúgva seg um Heilsuskúlan í Hovi, Strandferðsluna á Tvøroyri, Føðistovuna á Suðuroyar Sjúkrahúsið o.s.fr. Tó skal kringvarpið eiga rós fyri at hava framt eitt rimmar avrik við atliti til tíðindaflutningin um vantandi dialysuviðgerð í Suðuroy; sum loksins bar á mál.
Ein segði á sinni: “viljin drívur verkið”. Kravið, at tíðindafólk uppald, skúlað og búgvandi í meginøkinum eru kunnig ella gáa um gerandisdagin í Viðareiði ella í Sumba, tykist órímiligt. Kundi tað verið hugsandi, at Kringvarp Føroya stovnsetti økisdeildir kring landið, har óheft tíðindafólk framleiða tíðindir úr nærumhvørvinum? Boð um skilagóð tíðindafólk í Suðuroy kundi verið: Áki Bertholdsen, Símun Berg og Daniel Viðoy, sum onkursvegna framleiða nakað av tíðindum og greiða frá fundum og tiltøkum í nærumhvørvinum.
Nýggjur kringvarpsstjóri skal setast í starv, og hann skal lýka lutbundnu ábyrgdina sum stjóri í Kringvarpi Føroya. Liður í ábyrgdini er, at tørvurin hjá øllum føroyingur at hoyra tíðindir og kenna seg umboðað verður nøktaður. Tað er okkara vón, at kringvarpsstýrið strembar eftir, at allir føroyingar framyvir kenna seg janvsettar og umboðaðir í almenna kringvarpinum. Tíðindaflutningurin skal verða í javnvág, stimbra og menna tilvit føroyinga.
Enn einaferð skal dentur leggjast á, at hetta er ætlað sum uppbyggjandi atfinning við vón um bata.
Í sátt og semju
Virðingarmest
Ein leikmaður, sum hevur dirvið at skriva kristna navn sítt og standa til svars fyri tað, skrivað stendur -
Snæbjørn Bærendsen
Ískoyti um duldar veruleikar,
sum ikki verða varpaðir úr í almenna fjølmiðlinum, Kringvarp Føroya (stutt um bulin í kunningarfundunum um Suðuroyartunnilin)
M/F Smyril
Árligur fíggjarligur rakstur til og við 2034: 127 miljónir krónur (oljnýtsla, manningarløn, tilfar og ábøtur)
Árligur fíggjarligur rakstur frá 2035 til 2064: 146 miljónir krónur (oljnýtsla, manningarløn, tilfar og ábøtur). Tald uppí er íløga: áleið 900 miljónir krónur (peningur til útlendska skipasmiðju)
Livitíð: áleið 30 ár (møgulig søla fyri áleið 150 miljónir krónur)
Inntøkupeningur: áleið 79 miljónir krónur.
Suðuroyartunnilin
Árligur fíggjarligur rakstur: 25 miljónir krónur (streymnýtsla, stýrisskipanir, verkamannalønir, tilfar og ábøtur)
Íløga: áleið 4,2 milliardir krónur (verkamannalønir, ráðgevandi serfrøðingar, tilfar og útgerð)
Livitíð: ókend
Lánskostnaður um árið: 172 miljónir krónur
Inntøkpeningur: ókend (1400 akfør ferðast aftur og fram dagliga)
Fíggjarligt íkast: 100 miljónir krónur í 10 ár (landskassin),
umframt 350 miljónir krónur úr “Ìleggingargrunninum”.
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo