Seinastu tíðina hava vit á Sandi verið á breddanum í samband við ferðsluna frá komandi suðurleiðini í Føroyum.
Onkursvegna tykist tað sum eitt ísenusett senario vit hava verið ígjøgnum.
Onkursvegna tykist tað sum man hevur leitað við lykt eftir onkrum, sum kann fáa komandi suðurleiðina inná eitt annað og neiligari spor, nú politisku flokkarnir hava barslað við breiðari semju um komandi suðurleiðina.
Onkursvegna følir man seg drignan uppá tráð.
Ikki tí, at leggja komandi suðurleiðina ígjøgnum bygdina á Sandi, og ígjøgnum besta bø í landinum, kemur slett ikki uppá tal.
Men vit á Sandi eru nú hálvavegna vorðin syndabukkur í hesi telvingini um komandi suðurleiðina.
Og tað er heilt ómetaliga óheppið.
Um nakar, so ivast vit á Sandi ikki eitt eygablikk í, at ein tunnil til Suðuroynna er framtíðin fyri Suðuroynna. Og tað vilja vit eisini av heilum huga og hjarta stuðla.
Tað er ongin framtíð í at byggja nýtt skip til Suðuroyarsiglingina, og tað er heldur ongin framtíð í at sigla uppá Sand.
Tað sum suðurleiðin kemur at kosta okkum øllum yvir komandi 50-80 árini, liggur nógv betri í einum undirsjóvartunli enn í 2-3 ferjum við logandi rakstrarundirskoti á hvørjum ári, og tí hava vit sum land als ikki ráð at bíða við at gera tunnilin til Suðuroyar, og taka Skúgvoynna við.
Hann má í gongd innan nøkur heilt fá ár, alt annað er ábyrgdarloysi.
Men tað er eisini av størsta týdningi, at komandi suðurleiðin er so bein og stutt sum gjørligt, bæði fyri at maksimera samfelagsnyttuna, stytta ferðatíðina hjá suðringum mest møguligt, og spara útlát.
So tit ið fólkavald eru, vælsignaði hugsi tykkum um, tá tit samtykkja lógina um suðuroyartunnilin.
Vit ið samtyktu Sandoyartunnilin løgdu tunnilsmunnan í Traðardali, fyri at fáa eina so beina suðurleið til suðringar sum gjørligt.
Tí gevur tað ikki meining nú at gera eitt stórt krumspring og fara út á Skarvanes við Suðuroyartunlinum.
Geri nú tað rætta, tí nakrar milliónir afturat í einum milliardaprojekti eigur ikki at vera tað sum ger eina sólskinssøgu til eitt klandursmál fyri tíð og ævir.
Brandur Sandoy, komandi bygdarráðslimur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo