Í gjár, ímeðan eg sat og lurtaði eftir tíðindunum, varð málið um Suðuroyartunnilin aftur á skrá.
Har høvdu serfrøðingar ymiskt at greiða okkum meinigu frá.
Til dømis var eitt hugskot frá Jón Sigurdson frá Artikon, sum er tann sum hevur nágreina eina nýggja linjuføring fyri Sands Kommunu.
Eitt uppskot frá honum er, at gera eitt ídnaðarøkið í Skopun. Also koyra grótið úr Suðuroyartunnlinum til Skopunar.
Jón Sigurdson, kanska var tað ein betri máti, at tosa við Skopunar Kommunu fyrst, áðrenn tú fór út at spæla serfrøðingur, tí tú skal ikki avgera einsamallur um hvat hendir í Skopun.
Tá Sandoyartunnilin varð gjørdur, spurdi eg, hví man fór tveir kilometrar inn í landið og kom útaftur í Traðardali. Jú, grundin var tann, sambart Landsverk, at hetta var fyri at gera Suðuroyartunnilin so góðan sum møguligt. Also Suðuroyartunnilin skuldi koma upp beint heimanfyri Sandoyartunnilin.
Latið suðuroyingar fáa tunnil, tí tað er avgjørt neyðugt fyri Suðuroynna, uttan at blanda alt negativt upp í ætlanina.
Gerhard Lognberg
borgarstjóri
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo