Suðuroyar Sparikassi: Eftir at evropeiski miðbankin (ECB) og danski tjóðbankin 28. juli 2023 hækkaðu leiðandi rentuna við 0,25 %-stigum hækkar Suðuroyar Sparikassi eisini út- og innlánsrenturnar.
Út – og innlánsrenturnar hækka við upp til 0,25 %-stigum p.a fyri bæði privat- og vinnukundar.
Rentubroytingarnar koma í gildi 18. september 2023.
Rentuyvirlitið á heimasíðuni verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo