Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Suðuroyar Sparikassi: Sum væntað avgjørdi evropeiski miðbankin (ECB) 8. september aftur at hækka rentuna - hesa ferð við 0,75%-stigum.

Danski tjóðbankin hevur boðað frá somu rentuhækking, og tað hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi aftur fer at hækka bæði út- og innlánsrentur.

Í samband við nýggju rentuhækkingina verður negativa innlánsrentan avtikin í Suðuroyar Sparikassa.

Samstundis verður latið upp fyri at kundar aftur kunnu stovna 3, 12 og 18 mánaðar samansparingarkontur.

Her hækka renturnar við upp til 0,40 %-stigum.

Fyri privatkundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,75%-stigum p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við upp til 0,45%-stigum p.a.

Fyri vinnukundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,40%-stigum p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við upp til 0,45%-stigum p.a.

Rentubroytingin fær gildi 20. oktober 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo