Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

2024 vísur eitt úrslit á 3,1 mió. kr. sammett við 2,8 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

Høvuðsorsøkin til framgongdina er, at nettorentu- og ómaksgjøld  eru hægri, niðurskrivingarnar eru lægri og umframt at virksemið sum heild er økt. 

Økt virksemi
Útlánini hækkaðu úr 587 mió  kr.  upp í 606 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur  á 19 mió. kr. ella 1,2 %.

Fyrra hálvár vaks realkredittfíggingin við  9 %.

Innlánini vóru 752 mió. kr. sammett við 677 mió. kr.  sama tíðarskeið í fjør, sum er ein hækking á 75 mió. kr. ella 11,1 %. 

Eginkapitalurin er øktur úr 69,1 mio. kr. upp í 75,4. mió. kr. sammett við sama tíðarskeið í fjør. 

Solvensur og gjaldføri
Solvensurin var 24,2 % samanborið við 22,0 % í 2023. Lyklatalið fyri gjaldførið var 576 % í mun til lógarkravið á 100 %.

Søren Lünell Bruhn, stjóri, er vælnøgdur við gongdina higartil í ár:

“Í 2024 eru kundarnir aftur farnir at velja realkredittfígging til bústað, sum er eitt gott val og nakað, ið vit gleðast um. Vit vænta enn størri vøkstur innan realkredittfígging í heyst.”  Hann leggur at enda afturat, at væntanin til endaliga ársúrslitið fyri skatt 2024 er 6,0 mió. kr.

Úrslitið fyri fyrra hálvár 2024:
Úrslit eftir skatt: 3,1 mió. krónur
Útlán: 606 mió. krónur
Innlán: 752 mió. krónur
Solvensur: 24,2 %
LCR 576 %

Hálvársfrágreiðingin kann lesast her     

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo