Suðuroyar Sparikassi: 17. oktober 2024 lækkaði Tjóðbankin rentuna við 0,25%-stigum. Hetta hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi eisini lækkar renturnar.
Broytingarnar eru galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar, og ítøkiliga er talan um hesar broytingar:
• Útlánsrenturnar lækka við upp til 0,20 % stigum.
• Innlánsrenturnar lækka somuleiðis við upp til 0,20 %-stigum.
Broytingarnar koma í gildi 10. desember 2024.
Rentuyvirlitið á heimasíðuni www.ss.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo