Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Grundað á, at altjóða rentustøðið er hækkað seinastu tíðina, og at rentan hjá danska tjóðbankanum er hækkað 0,50%, hækkar Suðuroyar Sparikassi rentuna 1. september 2022.

Rentubroytingin hjá tjóðbankanum verður framd fyri at tálma høgu inflatiónini og gjøgnum hægri rentu at gera tað dýrari at fremja íløgur og meira skynsamt at spara pening upp.

Rentubroytingin merkir, at rentan á innlánum og útlánum við broytiligari rentu fer at hækka í næstum.

«Framyvir verður tað eitt sindur dýrari at læna pening, meðan kundarnir við innláni skulu gjalda minni í negativari rentu,” sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.

Fyri privatkundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,5%-stigum p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við 0,4%-stigum p.a.

Fyri vinnukundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,5%-stigum p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við 0,5%-stigum p.a. Rentubroytingin fær gildi 1. september

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo