Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

SEV: 71% av elframleiðsluni í fyrsta ársfjórðingi var burðardygg framleiðsla

Elframleiðslan í fyrsta ársfjórðingi av árinum setti met fyri varandi orku. við heili 88 GWt í meginøkinum, harav tað mesta var vindur: 44 GWt ella 36%. Vatnorka var 42GWt (smá 34%) og termisk orka var 36GWt (29%). Biogass, sól og sjóvarfall góvu tilsamans eitt gott prosent.

Til samanberingar umboðaði varandi orkan í fyrsta ársfjórðing tey seinastu fýri árini:

49 GWt í 2020, 51GWt í 2021, 61GWt í 2022, og 68 GWt í 2023.

“Tað kann ikki sigast annað, enn at tað gongur rætta vegin á grønu leiðini, bæði við útbygging av framleiðslumátti og tí týðandi stabiliserandi tøknini”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev.

Gagnnýta vindorkuna betur
Fyrsti ársfjórðingur í 2024 er samstundis fyrsti heili ársfjórðingur við stabiliserandi tøkni í meginøkinum. Um úrtøkan úr vindi í meginøkinum verður samanborin við undanfarin ár sæst at í fyrsta ársfjórðingi í 2023 fingust 23GWt burturúr vindinum, meðan fyrsti ársfjórðingur í ár gav 38GWt.

Hesar báðir ársfjórðingarnar var tann møguliga framleiðslan ávikavist 2023: 42 GWt (56%) og 59 GWt (65%). Sostatt sæst at battarískipan og synkronkompensator gera góðan mun, hóast lutfallið millum samlaða framleiðslu og máttin á battaríum og synkronkompensatori er minni í meginøkinum enn í Suðuroy, har stabiliserandi tøknin hevur á leið sama mátt sum framleiðslan.

Oljunýtslan minkað
Eftirspurningurin eftir elorku er øktur góð 6% í mun til sama tíðarskeið í fjør, og grøna orkan er økt 30%, meðan oljunýtslan er minkað 27%. Í mun til í fjør hava vit brúkt 2800 tons færri av olju.

Suðuroy 72% grøn framleiðsla
Samlaða elframleiðslan í fyrsta ársfjórðingi í Suðuroy fall góð 3%, meðan elframleiðslan úr burðardyggum orkukeldum øktist góð 14%.

Tilsamans 72% av samlaðu framleiðsluni komu úr annaðhvørt vatni, vindi ella sólorku. Býtið var soleiðis: vindur 54%, olja 28%, vatn 18%. Sólorkuframleiðslan gav 0,2%.

Í Suðuroy komu 74% av tí møguligu vindorkuni til høldar, í mun til 58% í fyrsta ársfjórðingi í 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo