Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Tottenham Hotspur taptu 2-1 ímóti Manchester United mikukvøldið og skuldu royna at reisa seg aftur ímóti Burnley á heimavølli.

Og tað gjørdu Spurs so sanniliga eisini við einum sannførandi 5-0 sigri, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 3-0.

Harry Kane skjeyt tvey mál, í 4. og 54. minutti, meðan Lucas Moura (9), Son Heung-min (32) og Mouassa Sissoko (74) fingu hvør sítt mál.

Harav var tað serliga málið hjá Son, sum vakti ans (sí viðheftu leinkju).

Spurs hava eftir sigurin í dag 23 stig fyri 16 dystir. Evropeisku silvurvinnararnir liggja í løtuni á einum 5. plássi í Premier League.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo