Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Í fíggjarlógaruppskotinum verður lagt upp til fleiri batar innan útbúgvingarøkið.
Ein av hesum er, at flokslæraraskipanin í fólkaskúlanum verður styrkt, soleiðis at fleiri tímar verða játtaðir til flokslærarar.
Hetta er ein sera týðandi uppgáva í skúlanum, við atliti at trivnaðararbeiðinum í flokkinum, lærarasamstarvi, foreldrasamstarvi og kunning til bæði leiðslu og foreldur.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, leggur stóran dent á, at nakað munagott verður gjørt fyri at styrkja trivnaðararbeiðið í fólkaskúlanum og er hetta ein liður í hesum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo