Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Stórur dagur var í Vági gjár, tá vágbingar fingu sína egnu venjingarmiðstøð.

Her er røða sum Levi Mørk umboðandi kommununa helt í hesum sambandi.

Fyrst fari eg at ynskja tykkum hjartaliga til lukku viđ framúr stásiliga Styrki Fitness, sum er í Páls høll.

Nú hava tykur rokast og gjørt tað í eina góða tíð, og úrsliti er nú veruleiki.

Okur hava øll sæð og hava fylgt við tykkum, við øllum hesum framúr lýsingum, har eitt nú tit hava eina framúr brúkarvinarliga og snøgga heimasíðu.

Somuleiðis eru tit á facebook og instagram.

Hesin mátin er sera neyðugur, og tað sigur eisini hvør stendur aftanfyri Styrki Fitness. So at alt skal bera til. Tykur eru jú øll sum ein sum standa aftanfyri Styki Fitness, sera ágrýtin fyri at slóða fyri uppá allar mátar her í Vági.

Okur hildu hjá Vágs kommunu, at best var at fáa gjørt broytingar við fyrrverandi venjingarmiðstøðini, einamest fyri at fáa eina meira sjónliga venjingarmiðstøð, enn sum áður.

Tí valdi Vágs býráð at bjóða venjingarmiðstøðina út og tykur vunnu útbjóðingartilfari og eisini útbjóðingina.

Lat meg sláa fast, at tað er sera umráðandi, at tađ nú eru lokalar kreftir, sum nú reka hesa venjingarmiðstøð.

Tað var eisini avgerandi tá ið Menturnarnevndin valdi tykkum sum nr. 1, fyri at reka hesa venjingarmiðstøð í Páls høll.

Eg vil eisini ynskja tykkum hjartaliga til lukku við framúr navninum Styrki Fitness.

Tykur hava jú styrki bæði fysiskt og sálarliga og er tað er eingin ivi um tað her frá. Tykur eru eisini sera "fit to fight" tað hava tykur longu víst okkum og soleiðis verður eisini framyvir, eingin ivi herfrá.

Tað er sjálvsagt ein styrkur fyri Vágs kommunu, vágbingar og okkum øllum, at tykur nú reka hesa framúr venjingarmiðstøð.

Okur fáa hervið eitt venjingarstað, sum er lokalt og ikki er at gloyma, at tykur búgva øll í Vági og kenna væl til alt nærumhvørvið og eisini til Páls høll, framanundan á fleiri økjum.

Vágbingar og okur øll fáa nú eina venjingarmiðstøð frá 120 fermetrum upp í 240 fermetrar, sum eisini verður enn betri møguleiki hjá okkum øllum at koma í form, eisini hjá mær.

Stórt til lukku.

Levi Mørk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo