FSF: – Vit hava luttikið í einari sterkari kapping, har spælararnir fingu nógvar og góðar avbjóðingar, og veruliga sluppu at royna seg í altjóða dystum. Fyrstu tveir dystirnar stóðu vit okkum væl, sjálvt um vit taptu. Í triðja dystinum áttu vit at fingið meira burtur úr, men stóðu tíverri eftir við ongum.
Soleiðis sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, tá hann stutt skal taka samanum EM-undankappingina, sum júst hevur verið í Algarve í Portugal.
Umframt Føroyar og vertslandið, vóru Slovenia og Kasakstan eisini við í kappingini. Føroyska liðið tapti 2-0 fyri Slovenia, og síðan 3-0 fyri bæði Portugal og Kasakstan.
– Vit hava spælt níggju landsdystir í ár, og í allarfyrsta dystinum, sum var móti Estlandi, taptu vit stórt. Men síðani hava hesir dreingirnir stútt og støðugt ment seg, og avrik og úrslit hava verið góð. Teir hava heilt greitt fingið nógv burturúr hesum landsliðsárinum, og kunnu nú fara víðari í menningini, og vónandi fara nógvir teirra at fáa enn fleiri altjóða avbjóðingar næstu árini, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.
Endaliga støðan í EM-undankappingini gjørdist hon, at Portugal vann bólkin við fullum stigatali, meðan Slovenia og Kasakstan fingu 4 stig í part. Men av tí at slovenar høvdu betri málmun enn kasakar, fer Slovenia, saman við Portugal víðari til millumumfarið, sum verður spælt í vár.
Sjálvt EM-endaspælið fyri U17-landslið við dreingjum verður í Ungarn um mánaðarskiftið mai-juni 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo