Eftir at ukrainskir hermenn eru farnir um markið inn í Russland er vandi fyri, at bardagar kunnu elva til kjarnorkuvanlukkur, sigur altjóða kjarnorkustovnurin, IAEA í einum tíðindaskrivi.
Størsta kjarnorkuverkið í Russlandi liggur í Kurchatov landslutinum, har ukrainskir hermenn nú eru farnir inn í landið. Bardagar hava verið á leiðini har sum verkið er, og IAEA hevur heitt á stríðandi partarnar um at vísa størsta varsemi.
Nevnt verður eisini, at russisk kjarnorkuverk ikki hava somu trygdarskipanir sum líknandi verk vestanfyri. Eitt nú hava tey ikki meturtjúkkan betongvegg kring reaktorarnar sum skal forða fyri, at geislavirkni kann leka úr teimum, um teir fáa skaða.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo