Paul Watson varð handtikin í Nuuk í gjár, tí Japan hevur heitt á Danmark um at handtaka og útflýggja hann.
Men verður 73 ára gamli fyrrverandi ovastin í og stovnarin av Sea Shepherd felagsskapinum útflýggjaður til Japan, so kann hann fáa 15 ára fongsulsrevsing, og so kemur hann helst at enda sínar dagar fongsli.
Tað halda limir í felagsskapinum Neptune's Pirates UK, har Paul Watson nú ger seg galdandi eftir at hann kom til ilnar við meirilutan í Sea Shepherd og varð útihýstur úr felagsskapinum, hann sjálvur stovnaði.
- Vit halda, at Japan lumpaði Paul Watson til at koma í havn har hann kundi handtakast, tí altjóða handtøkuboðini hvurvu fyri nøkrum mánaðum síðani. Vit bøna Danmark um ikki at útflýggja hann til Japan, sigur umboð fyri felagsskapin sambært Yahoo News, har video upptøka av sjálvari handtøkuni eisini er at síggja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo