Í dag var stuðulstiltak fyri Paul Watson, sum situr fongslaður í Nuuk, á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn.
Eisini fingu Føroyar nøkur orð við á vegnum. Tey sum støðgaðu á og lurtaðu fingu eina áheitan um at boykotta Føroyar, tí vit drepa grind og springara.
Har var tónleikur, røður og rakstrarróp og tey sum mótmæltu høvdu skelti og annað sum oftani verður brúkt til slík høvi. Tað er tó synd at siga, at nógv fólk vóru beinleiðis partur av tiltakinum, eini 20-30 kanska.
Fyri tygara útsenda varð upplýst, at hesi tiltøkini hava verið ymsastaðni í býnum meira at kalla síðani Paul Watson varð fongslaður, og tey fara at halda fram, til hann verður leyslatin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo