![Studul til film 2024](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/studul-til-film-2024.jpg)
![Studul til film 2024](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/studul-til-film-2024.jpg)
Almanna- og mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um stuðul til film í 2024.
Stuðulin kann veitast til ymsar tættir innan filmsgerð, harundir hugskots- og handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. Stuðulin kann verða játtaður einstaklingum, bólkum ella feløgum.
Freistin at søkja er 1. september 2024, kl.15.00.
Játtanin til stuðul til film í 2024 er 4,5 mió. kr., av hesum eru umleið 2 mió. kr. tøkar til seinna umfar.
Allar umsóknir skulu skrivast á serstakt umsóknarblað til endamálið og skulu sendast sum pdf.-skjal.
Umsóknarblað við vegleiðing er á heimasíðu Almanna- og mentamálaráðsins: www.ammr.fo ella fæst við at venda sær til:
Almanna- og mentamálaráðið
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Telefon 30 40 00
t-postur: ammr@ammr.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo