Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Áhugavert og fjølbroytt starv sum løgfrøðingur leyst at søkja í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum til setanar skjótast gjørligt.

Talan er um eitt fulltíðarstarv í einum spennandi politiskum arbeiðsumhvørvi. Løgfrøðingurin arbeiðir á Fakdeildini við løgfrøðiligum málum innan barnaøkið, harundir barnaverndarøkið.

Uppgávurnar í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum eru bæði fjølbroyttar og áhugaverdar.

Høvuðsuppgávurnar eru m.a. hesar:
- Lóggávumenning – at taka lut í fyrireikingini av lógar- og kunngerðaruppskotum og regluverki

- at tulka lógir, kunngerðir og reglur

- at veita leiðslu og starvsfólkum í ráðnum løgfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing

- at viðgera kærur í samráð við aðrar partar í ráðnum

- løgfrøðiliga at góðskutryggja málsøki ráðsins í síni heild

- at svara fyrispurningum frá Løgtinginum

- at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi

- at lýsa og avgreiða mál, ið hoyra stjórnarráðnum til

Førleikakrøv
Umsøkjari til starvið skal hava løgfrøðiligt embætisprógv, cand.jur., ella javnbjóðis prógv, vera skipaður og duga væl at orða seg á føroyskum og skandinaviskum, bæði í skrift og talu.

Talan er um sjálvstøðugt arbeiði, umframt at arbeiða í toymi og arbeiðsbólkum. Tú skalt vera tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hava góð samstarvsevni.

Tú skalt hava førleika at seta teg inn í nýggj viðurskifti og duga at miðla hetta víðari til onnur. Eisini mást tú vera før/ur fyri at kunna arbeiða undir einum ávísum trýsti.

Tú skalt hava góð analytisk evni umframt politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum í síni heild eins og førleikar í fremmandamáli, serliga enskum.

Vit bjóða
Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir.

Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið.

Setanarøkið fevnir um øll stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir teirra.

Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:

Barna- og útbúgvingarmálaráðið
J. H. Schrøtersgøta 7
110 Tórshavn
ella við telduposti til: bumr@bumr.fo

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 11. august 2024.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Elsu Østergaard, deildarstjóra, á tlf. 555004 ella t-post elsao@bumr.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo