Almanna- og Mentamálaráðið: Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 sæst, at landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum raðfestur bygging av nýggjum kirkjum.
Heilar tvær kirkjusóknir, sum í mong ár hava arbeitt við at byggja nýggjar kirkjur, eru nú komnar so væl á leið við fyrireikingunum, at líkindi eru fyri, at landsstýriskvinnan í 2023 kann geva teimum loyvi til fara undir verkætlanirnar.
Stuðulin í 2023 er ætlaður til fyrireikingar og projektering, og er skotin upp at vera 4,62 milliónir tilsamans.
- Hetta er veruliga eitt stig rætta vegin, at tað fyri fyrstu ferð síðani málsøkið fólkakirkjan í 2007 kom á føroyskar hendur, nú er raðfest á fíggjarlógini at seta av pening til at stuðla at nýggjar kirkjur verða bygdar, sigur landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo