Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann sum lesur bókina Fólkaatkvøðan 14. september 1946 sær á síðu 668, at Íslands- og Føroyamálaráðharrin Rosenørn tann 26. september 1849 skeyt upp fyri ríkisráðnum, at fyri at vinna á íslendsku sjálvstýrirørsluni vóru hyggiráðini at fáa Ísland á onkran hátt umboðað á danatingi. Hann legði afturat, at um hetta eydnaðist, skuldi atlit takast fyri Føroyum.

Hesum tók stjórnin undir við.

Ætlanin um at fáa íslendingarnar at velja umboð á danating miseydnaðist, tí teir sluppu at leggja málið fyri fólkavald umboð sum søgdu nei.

Í Føroyum gekk betri hjá Rosenørn, tí hann vildi ikki lata fólkavaldar føroyingar sleppa at viðgera málið, men spurdi bara sínar løntu embætismenn, sum tosaðu honum eftir munninum.

Væl hevur tí hilnast í Føroyum við ráðagerðini hjá Rosenørn frá 26. september 1849 at berja niður føroysku sjálvstýrisrørsluna við at fáa fremstu føroyingar at lata seg velja á danating og taka við løn, sum teir eru við at leggja á danskar skattgjaldarar. Afturfyri sleppa teir dønum at hóreiggja sær eftir vild í Føroyum. Ræðuligasti yvirgangurin var 6. oktober 1992 tá teir sluppu at fremja tjóðartýning við at reka túsundtals av okkara landsmonnum í útlegd. Uttan hetta brotsverk høvdu vit ikki verið 55.000, men 65.00 fólk í Føroyum, so fólkatingssessirnir hava verið okkum dýrir.

Men politikkurin hjá Rosenørn hevur framvegis undirtøku í donsku stjórnini. Nú er so ætlan hennara at fáa okkara fólkavalda ting at blástempla tjóðartýningarpolitikkin við at faa okkara fólkavaldu tingfólk at samtykkja at hvør einasti sum fer á danatingsval, útvegar flokki sínum meir enn tretivu krónur um árið frá donsku skattgjaldarunum.

Størsti sponsorurin hjá føroysku flokkunum er tí danski staturin sum rekur tjóðartýningarpolitikk í Føroyum.

Er nakar sum kann ímynda sær at hesir leigusveinar fara at seta okkara áhugamál fram um teirra, sum gjalda teimum løn?

Heldur kundi løgtingið samtykt at vit avtaka at hava fólkatingsval. Tað hava vit allan rætt til, tí danir hava í 1953 fingið sær eina grundlóg, sum sigur at hon er galdandi fyri Danmarkar ríki, og vit eru ikki innan fyri danska ríkismarkið og hava ongatíð verið tað.

Zakarias Wang

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo