Tórshavnar kommuna letur stuðul úr tveimum grunnum, ið skulu fremja ávikiavist føroyskt handarbeiði og solosang.
Umsóknarfreistin er mikudagin 21. juni 2017.
Handarbeiðsstuðul
Á hundrað ára føingardegi Sonnu av Skarði tann 19. apríl 1976 stovnaði Tórshavnar kommuna „Minnisgrunn Sonnu av Skarði“. Endamál grunsins er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og føroyska handarbeiðsmentan og veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul.
Meiri fæst at vita um stuðulin frá Jákupi Simonsen, deildarleiðara, telefon 30 20 10.
Umsókn við upplýsingum um útbúgving og framtíðar ætlanir í tóvirkisútbúgving verður at senda Tórshavnar kommunu, torshavn(at)torshavn.fo í seinasta lagi mikudagin 21. juni 2017. Skrivið í evnisteigin „Minnisgrunnur Sonnu av Skarði“.
Sangstuðul
Sanglegatið letur stuðul til sangarar, sum hava víst serstakar gávur og sum ætla at útbúgva seg meira í solosangi.
Meiri fæst at vita um stuðulin frá Jákupi Simonsen, deildarleiðara, telefon 30 20 10.
Umsóknir verða at senda Tórshavnar kommunu, torshavn(at)torshavn.fo í seinasta lagi mikudagin 21. juni 2017. Skrivið í evnisteigin „Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein“.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo