Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Møguleiki er nú aftur at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn. Fundur verður í grunninum síðst í juni mánaði, har avgerð verður tikin um, hvør fær stuðul.

Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta árliga pening í grunnin, hvørs endamál er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, ið kunnu fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirra. Umsóknir, har allir tríggir býir taka lut, hava fyrimun.

Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing um tiltakið. Umsóknarblaðið er at finna HER á heimasíðu kommununnar. Tað er av týdningi, at umsóknarblaðið verður nýtt, tá søkt verður, og at svarað verður so gjølla, sum til ber.

Meiri fæst at vita við at venda sær til Hannu Simonsen, málsviðgera, telefon 302010.

Umsókn merkt „Vestnordisk hovedstadsfond – Nuuk, Reykjavík, Tórshavn“ eigur at vera hjá Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32, 110 Tórshavn, torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 25. mai 2018.

Umsóknarblað er HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo