Stuðulin, ið verður latin serstakt til barnabókmentir, er tann upphæddin, sum er sett av til Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs í 2015. Eingin barnamentanarheiðursløn varð latin í ár, og Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs hevur tí samtykt, at upphæddin skal latast sum stuðul til arbeiði við barnabókmentum.
Tilsamans eru kr. 70.000, og stuðul verður latin til eina ella tvær verkætlanir. Forkvinnan í mentamálanevndini Helena Dam á Neystabø vónar, at hetta kann viðvirka til, at onkur spennandi verkætlan kann gerast veruleiki. Eisini ber til at søkja um stuðul í vanligu játtanini til mentanarverkætlanir.
Fyri stuðulin til barnabókmentir eru somu treytir galdandi sum fyri mentanarstuðul. Umsóknarblað og leiðreglur til mentanarstuðul eru á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, torshavn.fo
Umsóknir um henda serstaka stuðulin skulu sendast til torshavn@torshavn.fo og vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. desember 2015.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo