Bókasavnið í Sørvági fer aftur undir at stroyma almennu fyrilestrarnar í náttúruvísindi í samstarvi við Aarhus Universitet.
Tann fyrsti verður á skránni týskvøldið 8. februar, kl. 18.00.
Tað er Jens Christian Svenning, professari í økologi við Aarhus Universitet, ið fer at tosa um náttúruna í framtíðini.
Jørðin er full av ymiskum lívi, men hon er undir stórum trýsti frá okkum menniskjum. Hvussu ávirka menniskju biodiversitetin á jørðini, og hvørjar avleiðingar hevur tað fyri náttúruna í framtíðini? Hvørjar loysnir kunnu vit velja?
Aðrir fyrilestrar og onnur tiltøk verða eisini nú í vár. Lýst verður, so hvørt- trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo