Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Mentamálaráðið hevur lýst 2018 at vera málmenningarár, og í ár staðfesti kanningin av lesivanum, at føroysk børn sum heild lesa ógvuliga lítið í frítíðini, og at hugburðurin til lesing millum fleiri børn er neiligur. Lesing hevur stóran týdning fyri málmenningina hjá børnum, óansæð hvørja lívsleið tey velja. Tað eru nógv tøk, sum skulu takast fyri at fáa børn og ung at lesa meira. Eitt umráðandi tak er at geva børnum og ungum atgongd til tað dygdargóða lesitilfarið, sum kemur út á føroyskum.

STROK og Píka7 eru einastu føroysku bløðini, sum eru til børn og ung. Tað er bara í STROK og Píka7, at børn á føroyskum eitt nú kunnu lesa tekniseriur, loysa stuttligar uppgávur, senda sínar egnu søgur og tekningar inn, lesa samrøður, fakta um alskyns evni og mangt annað. Talan er um fjølbroytt tilfar til børn, sum speglar teirra áhugamál. Sjónarhornið hjá børnunum sleppur framat í bløðunum, tí tað eru í stóran mun teirra egnu røddir, myndir og søgur, sum mynda blaðið.

Nú tá eitt nýtt skúlaár júst er byrjað, hava øll børn frá forskúla til 7. flokk í Føroyum fingið eitt ókeypis eintak av antin STROK ella Píka7, so børn og foreldur kunnu síggja, hvat hesi bløðini kunnu bjóða teimum. Tað er hesa tíðina, at haldini skulu teknast, um børnini skulu fáa bløðini so hvørt, sum tey koma út.

Píka7 er blaðið til elstu barnagarðsbørnini og til skúlabørn frá forskúla til 3. flokk, og STROK er til 4. flokk og eldri. Píka7 hevur eitt ár á baki og kom í fjør út fýra ferðir. Hetta skúlaárið koma bæði Píka7 og STROK út seks ferðir í komandi skúlaári.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo