07 Vestur: Nú 07 Vestur er í gongd við ættarliðsskifti, er týdningurin av royndum spælarum ikki at undirmeta. Hetta eru spælarar, sum hava roynt eitt sindur av hvørjum, og sum skulu vísa vegin fyri yngru spælarunum.
Vit vilja ikki endiliga kalla hann gamlan, men í fótbóltshøpi hevur hann royndir. Í 07 Vestur høpi er hann ein av teimum royndastu lokalu leikarunum. Hann beit seg fastan á liðið á ungum aldri og hevur líka síðani verið ein av stammuni á liði okkara.
Hann hevur leikt 57 dystir í Betri deildini, 35 í 1. deild og 41 dystir í 2. deild.
Tí frøir tað okkum ótrúliga nógv at fáa boðini sum nýggjársgávu, at Teitur Olsen tekur eitt tørn afturat við 07 Vestur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo