Stríðið ímillum iranskt stuðlaða yvirgangsfelagsskapin Hizbollah, sum heldur til í Libanon, og Ísrael er hert nógv seinasta samdøgrið.
Hizbollah hevur skotið yvir 100 rakettir longri inn í Ísrael enn nakrantíð síðani kríggið ímillum á aðrari síðuni og Hizbollah og Hamas á hinari síðuni byrjaði fyri yvir einum ári síðani.
Hizbollah sigur, at talan er um hevnd fyri hendingarnar tá fleiri samskiftisamboð hjá Hizbollah sprongdust ímillum fingrarnar á limum í felagsskapinum, nakað sum tey leggja Ísrael undir at standa aftanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo