Á komandi aðalfundi í íslendska fótbóltssambandinum verður stríðsval um hvør skal gerast komandi forseti.
Fyri tveimum árinum síðani fekk íslendska fótbóltssambandi nýggjan forseta, Gudny Bergsson.
Tásitandi forseti, Geir Thorsteinsson, stillaði ikki upp aftur.
Gudny Bergsson vann tá tepran meiriluta.
Men nú ætlar føroyavinurin Geir Thorsteinsson sær inn aftur at stjórna íslendska fótbóltinum. Geir var annars forseti í 10 ár.
Áðrenn hann upprunaliga gjørdist forseti í 2007 var hann aðalskrivari í íslendska fótbóltssambandinum, KSI.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo