Streingjakórið á Skála: Streingjakórið í Meinigheitshúsinum á Skála varð stovnað í 1979 og hevur verið virkið uml. 30 av hesum 40 árunum. Umleið 20 sangarar hava sungið við í miðal, fleiri av teimum hava verið við alla tíðina. Manningin er góð í løtuni og tey eru í góðari venjing. Kórið hevur tilsamans sungið meira enn 500 ferðir á 49 ymiskum støðum og hevur vant umleið 150 ymiskar sangir.
Í hesum sambandi bjóðar kórið:
Sunnudagin 16. februar kl. 17 til ALMENT 40 ára hátíðarhald í Meinigheitshúsinum á Skála.
Á skránni er m.a.:
Sangur, andakt, hugleiðingar, heilsanir, og afturlítandi filmsklipp.
Øll fáa ein góðan nátturðabita.
NB: Heitt verður á fyrrverandi og núverandi sangarar í Streingjakórinum um at møta kl 16, so venja vit 2 kendar sangir, sum vit framføra og syngja saman løtu seinni til hátíðarhaldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo