Strandferðslan: Eftir at tríggir av fýra hjálpimotorum eru blivnir høvuðsumvældir, er støðan nú tann, at tað ber til at útseta ísetingina av teimum báðum nýggju hjálpimotorunum til komandi ár.
- Tað gleðir okkum tí at kunna boða frá, at Smyril fer at sigla sum vanligt í heyst, sigur Niels Juel Arge, stjóri.
Fyri einum ári síðani varð mett, at tað kundi gerast neyðugt við tveimum nýggjum hjálpimotorum skjótast gjørligt.
Framleiðslu- og latingartíðin er umleið eitt ár, og tí bílegði Strandferðslan tá tveir nýggjar motorar frá finsku verksmiðjuni Wärtsilä.
Nýggju hjálpimotorarnir koma til landið fyrsta dagin og verða settir á goymslu, inntil teir eftir ætlan komandi ár verða tiknir fram aftur at seta í Smyril.
Smyril hevur íalt fýra hjálpimotorar, eisini nevndir ljósmotorar, sum framleiða ravmagn til ymiska orkunýtslu umborð á skipinum og til bóvskrúvurnar, tvs síðurskrúvurnar har frammi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo