Fríggjakvøldið 9. september kl. 20 verður aftur ein stovukonsert í KFUK í Havn í sambandi við 100 ára haldið hjá felagnum.
Hesaferð er tað fólkakæri sangarin og sangskrivarin MC Restorff, sum hevur stovukonsert. Umframt at vera kendur hotelmaður, er MC ommusonur Jóhonnu Restorff, ið var ein av stovnarunum í KFUK í høvuðsstaðnum, og hon var trúgvur limur í felagnum.
Eisini verður drekkamunnur og øll eru hjartaliga vælkomin til ókeypis stovukonsertina við MC Restorff í hugnaligu stovuni í KFUK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo