TEIR GOMLU STOVU-kommunistarnir úr Frama-juntaini spøkja aftur sum reinkarnatiónir fra Kalda Krígnum.
Nú ræður um at skapa paranoia og forfylgilsis-konspiratiónir og so loypa á Danmark, sum vant.
Í tí tronga og spinkla heilanum hjá nationalistum eru danskarar konsekvent í ferð við at chikanera okkum, pønsa uppá "kúging"og royna alsamt at snýta føroyingar.
Ongar nuancur ella argumentir, bara mistonkiliggerilsi og totalt ódokumenteraði postulatir.
Primitivt!
Men heilt forútsigiligt.
Sjálvt Q-Anon í USA eru ikki meira paranoidir.
Virgar T Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo