Tað kann fáa álvarsligar avleiðingar um tjóðbankarnir ikki gevast við at hækka renturnar og stramma fíggjarpolitikkin. Tað sigur felagsskapurin fyri handil og menning undir ST, UNCTAD, í eini nýggjari frágreiðing.
- Afturgongd í búskapinum og hækkandi inflatión um somu tíð kann senda heimsbúskapin inn í eina støðu sum er verri enn fíggjarkreppan og koronakreppan samstundis, sigur felagsskapurin millum annað.
- Enn er ikki ov seint at sleppa undan hesum. Tað er ein spurningur um politisk val og politiskan vilja, sigur Rebeca Grynspan, sum stendur á odda fyri felagsskapinum.
Ístaðin fyri at stramma fíggjarpolitikkin eigur at verða gjørt meira við at tálma spekulatión við rávørum, hægri skatt á óvanliga stóran vinning, tálma vinningsbýtum og byrgja upp fyri monopolum, stendur eisini í frágreiðingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo