Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Búskapur & Vinna: Mikukvøldið sendir Televarpið eina serútgávu av Búskapi & Vinnu, har verturin Johnny í Grótinum ger fimm samrøður við nøkur av framløgufólkunum á Tonik ráðstevnuni 2024. Ein av gestunum er Mathilde Mackowski, sum í 2008 stovnaði fyritøkuna Sinful saman við táverandi sjeiki sínum. Sinful er í dag størsti nethandilin fyri sexleikur í Norðurlondum.

Í samrøðuni greiðir Mathilde millum annað frá, hvussu tað kom í lag fyri nógvum árum síðani, at hon valdi at selja ein part av ognarlutinum í fyritøkuni.

“Eg føldi, at hann arbeiddi nógv harðari enn eg, tí hann er ein veruligur arbeiðshestur” greiðir Mathilde frá.

“Tað ávirkaði meg, at eg ikki føldi meg eydnast í arbeiðinum og at varðveita eldhugan. So eg setti mær sjálvum spurningin, hví er tað, at vit endiliga skulu eiga fyritøkuna helvt um helvt? Er tað í tráð við javnstøðu, tí fyri mær virkaði tað øgiliga ójavnt býtt, at hann arbeiddi nógv meira enn eg, men eg fekk helmingin av vinninginum.”

Mathilde skeyt tí upp fyri makkaranum, sum tá ikki longur var maki hennara, men framvegis forrætningspartnari og medeigari, at tey fóru frá at eiga helmingin í part til, at hon átti ein triðing av partabrøvunum. Hann keypti soleiðis ein part av hennara ognarluti.

Nøkur ár seinni, í 2021, seldu tey meirilutan til danska íløgugrunnin Polaris, soleiðis at tey fingu nakrar hundrað milliónir krónur í part. Hóast vinningur hennara soleiðis gjørdist helvtina so stórur sum hjá makkaranum, sigur Mathilde avgerðina um at selja vera hennara bestu íløguavgerð: “Tí hann arbeiddi jú enn harðari og gjørdi fyritøkuna enn meira verda, meðan eg slapp at hugsavna meg um tær arbeiðsuppgávurnar, sum eg helt vera stuttligar og passa mær.”

Umframt Mathilde Mackowski luttaka eisini Peter Vesterbacka, stovnari av Angry Birds, Peter Sandberg, íleggjari, Maria Fagranes Clemmensen, Tech Nordic Advocates, Bárður Háskor, stovnari og tøknistjóri í FarPay, og Ulla Joensen, stjóri í Elektron.

Sendingin verður at síggja á Rás 1 mikukvøldið eftir hálvfinalurnar í steypakappingini í fótbólti, klokkan 20:30.

Sendingin sæst eisini á netvarpinum á www.tv.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo