Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

mynd: Pætur H. Evensson

mynd: Pætur H. Evensson

Poul Michelsen sigur, at bæði Hanna Jensen og Sólvit E. Nolsøe hava atkvøtt ímóti politikkinum hjá flokkinum í málinum um fría fosturtøku. Og tað er ófyrigeviligt.

Tað sigur hann við Dimmalætting, í samband við eina kravgongu fyri fríari fosturtøku.

Tá uppskotið, sum landsstýrismaðurin hjá Framsókn, Bjarni K. Petersen, átti, kom fyri í Løgtinginum í vár stóð á jøvnum, 15-15, og tí fall tað. Bæði tingfólkini hjá Framsókn atkvøddu ímóti.

Poul Michelsen stovnari og fyrrverandi formaður í Framsókn, sigur við Dimmalætting, at stóð tað til hann, vórðu bæði Hanna Jensen og Sólvit E. Nolsø tveitt úr Framsókn, tí tey sambært honum onki hava at  gera har.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo