Fólkaheilsustýrið: Robert Donovan, ið hevur stovnað ABC fyri sálarliga heilsu, kemur til Føroya á vitjan í komandi viku, og í hesum sambandi verða nakrar almennar framløgur um ABC fyri sálarliga heilsu.
Í 2002 stovnaði Robert Donovan, professari, átakið Act Belong Commit í Vesturavstralia, ið er átakið sum vit í Føroyum kenna sum ABC fyri sálarliga heilsu. Seinastu árini hava fleiri lond sett ABC fyri sálarliga heilsu í verk, og í februar vitjar Robert Donovan nøkur teirra. Føroyar eru fyrsta ABC landið, hann vitjar á túrinum, og er hetta aðru ferð, at hann vitjar í Føroyum. Fyrstu ferð, hann var her, var í 2016, tá fyrstu fyrireikingarnar til at seta ABC fyri sálarliga heilsu í verk í Føroyum vóru í gongd.
Í sambandi við vitjanina hjá Robert Donovan skipar Fólkaheilsustýrið fyri almennum framløgum um ABC fyri sálarliga heilsu, hósdagin 15. februar kl. 09.30-11.30 í Kongshøll á Fróðskaparsetrið Føroya á Vestrara Bryggju í Havn. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin. Fyrilestrarnir eru viðkomandi fyri øll, ið eru áhugað at skapa betri sálarliga heilsu í Føroyum.
Skráin er henda:
- Vælkomin, v/Bjarna á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum
- ABC á Setrinum og í gransking, v/Magna Mohr, Dekani og professara á Fróðskaparsetri Føroya
- How it all began and 21 reasons for implementing ABCs of Mental Health, v/Robert Donovan, professara og stovnara av Act Belong Commit (ABC)
- ABC fyri sálarliga heilsu í Føroyum, v/Moniku Mohr, Fulltrúa í Fólkaheilsustýrinum og verkætlanarleiðara fyri ABC í Føroyum
- ABC úrslit úr “Hvussu hevur tú tað?” frá 2023, v/Vár Honnudóttir, Fólkaheilsufrøðingi í Fólkaheilsustýrinum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo