Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mikukvøldið 22. januar 2020 kl. 19 verður stovnandi aðalfundur hjá Landsfelagnum Børn og Samvera.

Endamálið hjá felagnum er at bøta um korini hjá børnum, hvørs foreldur ikki búgva saman.

Tað er umráðandi hjá børnum í torførum støðum at hava eina rødd. Tí eru vit nøkur foreldur við royndum, sum stovna eina føroyska systurdeild til 20 ára gamla danska felagið “Landsforeningen Børn og Samvær”.

Í lýsingini av sínum kjarnuvirksemi skrivar danska “Landsforeningen Børn og Samvær”, at tey eru ein felagsskapur við støði í barnsins sjónarhorni, sum ikki tekur atlit til mammuna ella pápan.

Landsfelagið Børn og Samvera fer at arbeiða fyri, at samvera og samskifti hjá børnum við foreldur teirra altíð fer fram við barnsins tørvi í miðdeplinum. Felagið fer eisini at varpa ljós á lóggávu, sum hevur óhepnað ávirkan á børnini og ætlanir eru eisini um, at skapa eitt netverk fyri útsett børn og foreldur teirra.

Stovnandi aðalfundur verður í kvøld, mikukvøldið 22. januar 2020, í hølunum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag á Tinghúsvegi 7. Byrjað verður kl. 19. Inngongd er úr Bøkjarabrekku.

Øll, ið eru áhugað eru vælkomin til fundin og foreldur eru vælkomin at hava børn við. Køka, saft og ein drekkamunnur verður at fáa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo