Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

TRISOMI 21/DOWN SYNDROM FØROYAR: Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/DOWN SYNDROM FØROYAR verður sett á stovn?

Í miðal verður ein føroyingur um árið føddur við Trisomi 21, eisini nevnt Down syndrom.

Tá eitt barn fær staðfest Trisomi 21/Down Syndrom kann hetta venda øllum upp og niður fyri familjuna, tí hetta var nakað heilt annað, enn væntað. Harvið ikki sagt, at tað er nakað keðiligt, bert øðrvísi enn man helt 

Diagnosan setur sín dám á gerandisdagin hjá barninum og familjuni, og ofta er trupult at vita, hvar man kann venda sær við ymiskum hesum viðvíkjandi, og kann ein skjótt føla, at man stendur rættiliga einsamallur í støðuni. Tí ætla vit at kanna, um áhugi er fyri at stovna eitt felag í Føroyum. 

Endamálið við einum slíkum felagi er, at vit kunnu upplýsa á føroyskum, til føroyingar, og skapa eitt netverk millum fólk við Trisomi 21/Down Syndrom og avvarðandi teirra.

Vit stigtakarar hava roynt at staðið í støðuni at fáa eitt barn við Trisomi 21/Down Syndrom, uttan at fáa at vita, hvar vit kunnu fáa kunning, upplýsingar og kontaktpersónar at venda sær til. 

Tí vóna vit, at hetta felag verður sett á stovn og verður sjónligt í Føroyum.

Komandi foreldur skulu lætt kunna nema sær neyðuga vitan og kunning, og hava møguleika at venda sær til onkran, ið fær ráðgivið og deilt erfaringar um lívið, tá Trisomi 21/Down Syndrom er ella verður ein partur av gerandisdegnum. Hetta kann felagið virka fyri. 

Eisini hugsa vit, at eitt felag kundi arbeitt fyri ymiskum, ið kemur at gagna barninum ella tí vaksna við Trisomi 21/Down Syndrom og avvarðandi teirra; í fyrsta umfari upplýsing, men so við og við eisini hagtølum, gransking, stuðulsmøguleikum o.s.fr. 

Um tú kennir okkurt av hesum aftur og tekur undir við endamálinum hjá einum slíkum felagi, so er bara at møta upp og tak endiliga onkran við tær. 

Hvar: í Perluni, Tórshavn
Nær: 21.10.24 kl. 19
Hvør: Øll, ið hava áhuga í, at eitt felag verður stovnað

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Beatu, ein av stigtakarunum, á tlf.251621

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo