Nú eru ítøkiligar ætlanir um at skipa ein grunn, sum skal hava til endamáls at varðveita gamla post- og ferðamannabátin Ólav, sum sigldi út frá Vestmanna, serliga til Fútaklett við fólki, farmi og posti.
Á facebook í kvøld skriva Bárður Nielsen og Sámal Jákup Olsen.
- Báturin hevur eina heilt serstaka søgu í økinum báðu megin Vestmannasund,økið hann bleiv bygdur til at binda saman, hetta áðrenn vit fingu fast vegasamband millum bygda og seinni eisini undir sundið, skriva fyrireikararnir, sum bjóða til fund á Miðnámi í Vestmanna mikukvøldið klokkan 19.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo